Tel. 50 50 50
 
 
 
   
 
 

ANSNI Trygdarfelag

 

ANSNI Trygdarfelag hevur til endamáls, saman við kundum okkara, at betra um trygd, í eini tíð, har váðin støðugt broytist. Hetta gera vit við at seta saman trygdarloysnir til kundar okkara, ið hóska júst til einstaka kundan. 

Trygd & Álit, Dygd & Umhugsni eru leiðistjørnur hjá Ansni Trygdarfelag og leggja vit stóran dent á, saman við góðum og væl upplærdum trygdarfólki og tøkningum, at veita kundum okkara bestu trygd.  

 

Í góðum hondum


"Mundi eg nú sløkkja ..." ella "læsti eg ...".
Hevur tú ampa av trygdini, - um alt nú er í lagi, tá tú ert farin til hús?
ANSNI Trygdarfelag er longdi armurin hjá kundunum, tá ið trygd um ræður, verið tað seg á virkjum, fyritøkum, stovnum, skipum ella í sambandi við tiltøk. ANSNI Trygdarfelag veitir heildarloysnir innan trygd júst eftir tínum egna ynski. Hesar loysnir kunnu samansetast av bæði tøkniligari trygdarútgerð og trygdarvørðum. Soleiðis ansa vit eftir, at alt er í góðum hondum, og tú kanst halda frí.

 

ANSNI Tøkni

 

ANSNI Tøkni bjóðar ráðgeving, sølu/leigu, uppsetan og tænastu av loysnum innan trygdartøkni. Verið tað seg ávaringarskipanir (alarmar), 

eldávaringarskipanir, vakmyndatól (kameraskipanir) umframt aðrar tøkniligar trygdarloysnir.

 
 
 
Ansni - Hoydalsvegur 19 - Postboks 1301 - FO 110 Tórshavn - tlf. +298 50 50 50 - fax +298 31 50 79 - ansni@ansni.fo