POSTHANDAN:
Posthandan er tænasta, har ANSNI heintar postin fyri teg, úr post-smoguni. Tá tú møtir til arbeiðis um morgunin, hevur ANSNI lagt postin inn á skrivstovuna, so tú kanst nýta tína dýrabaru tíð á annan hátt.
FLAGGING:
Ynskir tú at útveita uppgávuna at halda skil á flagg-døgum, og at flagga fyri títt virki ella stovn, so er hetta uppgáva, ið ANSNI frammanundan røkir fyri fleiri virki og stovnar. Okkara kundar siga, at hetta er sera ómakaleyst, og átaka vit okkum fegin hesa uppgávu fyri tykkum eisini.
Verið vælkomin at ringja til okkara á telefon +298 606060 og fá meira at vita um tænasturnar POSTHANDAN og FLAGGING.
Ella, send okkum ein teldupost á ansni@ansni.fo