Um ANSNI Trygdarfelag
1. januar 2006 yvirtók sp/f Cura virksemið í Ansni.
Eftir hetta varð avgjørt at broyta navnið á virkseminum til Ansni Trygdarfelag. Somuleiðis varð nýtt búmerki gjørt.
Eigari av sp/f Cura er Helgi O. Justinussen, ið hevur 18 ár á baki sum løgreglumaður.
ANSNI Trygdarfelag hevur til endamáls at veita trygd í breiðastu merking. Í løtuni bjóða vit vinnuvakt, skipsvakt, vaktarloysnir til tiltøk, persónliga vakt, eins og alskyns tøkniligar loysnir, ið kunnu betra um trygd, so sum sjóngá, eldávaringarskipanir, innbrotsávaring o.a. Herumframt veitir Ansni Trygdarfelag "Call Sentur" tænastu fyri virkir og stovnar.
Trygd & Álit, Dygd & Umhugsni eru leiðstjørnur hjá Ansni Trygdarfelag og leggja vit stóran dent á, saman við góðum og væl upplærdum trygdarfólki og tøkningum, at veita kundum okkum bestu trygd. |