ANSNI Tøkni
ANSNI Tøkni bjóðar ráðgeving, sølu/leigu, uppsetan og tænastu av loysnum innan trygdartøkni. Verið tað seg ávaringarskipanir, vakmyndatól umframt aðrar tøkniligar trygdarloysnir.
Í hvørjum einstøkum føri verður meting gjørd og skipan samansett grundað á tørvin hjá kundanum.
Ávaringarskipanin hjá ANSNI Tøkni virkar á tann hátt, at tá okkurt er á vási hjá kundanum, fer alarmur inn til Sentralin, sum gevur trygdarvørðinum hjá ANSNI Trygdarfelag í økinum boð, og fer hesin beina leið á staðið at kanna eftir.
|