Tel. 50 50 50
 
 
 
   
 
 

118 tænastudepilin útveittur til Ansni Trygdarfelag

 

3. november 2008 almannakunngjørdi Føroya Tele, at Ansni Trygdarfelag framyvir fer at røkja 118 tænastudepilin, fyri Føroya Tele, uttanfyri vanliga arbeiðstíð, t.v.s. frá kl. 18:00 til kl. 08:00, eins og í vikuskiftum og á halgidøgum.

 

Afturat 118 tænastudeplinum, røkir Ansni Trygdarfelag "Call Sentur" tænastur fyri virkir og stovnar. "Call Sentur" tænastan umfatar, at telefonin verður avgreidd uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

 

 

Ansni yvirtikið Vaktargarðin

 

14. februar 2008 hevur sp/f Cura, ið eigur og rekur Ansni, yvirtikið Vaktargarðin, ið er elsta verandi felag av sínum slagi í Føroyum. Sí tíðindaskriv frá Eik...

 

Í Ansni starvast nú uml. 22 fólk, og útbreiðslan er í øllum meginøkinum, har landfast er. Harafturat bjóðar Ansni Tøkni tøkniligar trygdarloysnir kring alt landið.

 

Í næstum flytir Ansni í nýggj hølir á Hoydalsvegi 19, har gamla Bil-støðin og Loftið áður hildu til. Bæði Ansni Trygdarfelag og Ansni Tøkni koma at húsast á Hoydalsvegi 19.


Ansni
Hoydalsvegur 19
100 Tórshavn
tlf. +298 50 50 50
fax +298 31 50 79
ansni@ansni.fo
 
 
Ansni - Hoydalsvegur 19 - Postboks 1301 - FO 110 Tórshavn - tlf. +298 50 50 50 - fax +298 31 50 79 - ansni@ansni.fo