Ynsir tú at betra um trygdina og effektivitetin á tíni fyritøku, virki, stovni ella skúla, kann ein ELEKTRONISK LÁSASKIPAN vera ein munadygg loysn.
Dømi um fyrimunir við ELEKTRONISKARI LÁSASKIPAN eru:
- Hurðar kunnu læsast og opnast sjálvvirkandi, til ásettar tíðir
- Betra um trygdina við, at tú altíð hevur stýring á hvør hevur atgongd hvar, og nær
- Minka um lása- og lyklaútreiðslur í sambandi við tá folk fara úr starvi
- Betra um trygdina, og minka um lása- og lyklaútreiðslur í sambandi við burturmistar lyklar. Burturmisti lykilin verður gjørdur óvirkin
Ein elektronisk lásaskipan gevur tær, stutt sagt, stýring á hvør er hvar, og nær.
Hava tit TotalView skipanina, ber eisini til at nýta elektroniska lykilin at stempla inn og út við, heldur enn at tøppa inn loyniorð. Ein skjót og smidlig loysn.
ELEKTRONISKU LÁSASKIPANIRNAR, ið vit umboða, eru frá KABA, ið er ein fyritøka, ið hevur 150 ára royndir á baki. KABA eru kendir fyri dygd, snið og trygd.
Les meira um elektronisku KABA lásaskipanina her. (á enskum)
Faldari um KABA Evolo Faldari um KABA Touchgo (á donskum)
Ver vælkomin at ringja til okkara á +298 606060, og fá meira at vita um ELEKTRONISKAR LÁSASKIPANIR.
Eisini ber til at senda okkum ein teldupost á tokni@ansni.fo