Visti tú, at teir fyrstu 5-7 minuttirnir eftir hjartasteðg eru alt avgerandi fyri at hava møguleika at yvirliva?
Tú kanst vera við til at bjarga lív, við at gera tín hjartastartara sjónligan.
Heimasíðan hjartastartari.fo hevur eitt landsumfatandi yvirlit yvir teir hjartastartarar, ið eru skrásettir í Føroyum. Eisini kanst tú her taka niður eina APP, ið vísir tær hvar nærmasti hjartastartari er, í mun til har tú ert staddur.
Skráset tín hjartastartara við at útfylla frymilin her