Vit kunnu veita tær ráðgeving og heildarloysnir innan trygd í breiðastu merking. ANSNI umfatar nú fýra høvuðsøki innan trygd: Vakt, Tøkni, Tilbúgving og Flutningshjálp á føroysku vegunum.
Okkara grundleggjandi hugsjón er at seta einstaka kundan í miðdepilin og veita sniðgjørdar loysnir.
Vit eru í dag landsins størsta og fremsta trygdarfelag, og taka vit hesa uppgávu í størsta álvara. Vit leggja stóran dent á at veita eina so góða tænastu, sum til ber. Vit kunnu nøkta nærum einum hvørjum tørvi innan trygd, bæði vinnuligt og privat.
Okkara starvsfólk eru serkøn á sínum øki og veita tær holla og munadygga ráðgeving og tænastu.
Tú finnur kunning um einstøku virksiøkini, við at trýsta á hvørt øki á breddanum í erva.