Vilt tú tryggja teg á munadyggasta hátt og fyribyrgja, at skaðin hendir, kunnu vit veita tykkum VAKT, har okkara trygdarvørðar ansa eftir staðnum.
Fyri at nøkta tín tørv, menna vit støðugt nýggjar vaktartænastur og laga verandi tænastur til. Vit kunnu nøkta nærum einhvønn tørv innan vakt.
Á breddanum til vinstru fært tú eitt yvirlit yvir verandi vaktartænastur. Við at trýsta á knøttin fyri tænastuna, ber til at lesa nærri um, hvat tænastan umfatar.
Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 231260 (Terji) ella 606060, og fá meira at vita um okkara tænastur innan VAKT.
Eisini ber til at senda teldupost til ansni@ansni.fo.