Brúkarakanningar
Hevur tú tørv á at fáa brúkarakanning gjørda, kunnu vit veita tær góða tænastu á hesum øki. Vit hava dugnalig og tænastusinnað fólk á okkara CALL-SENTRI, ið hava royndir at ringja út til brúkaran, í sambandi við brúkarakanningar.
Somuleiðis kunnu vit fáa til vega sjálva kanningina, herundir spurnarblað, tulkan og niðurstøðu.
Vit laga tænastuna til júst eftir tínum ynski og tørvi, og vilja veita tær bestu dygd og tænastu.
Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum um eitt óbindandi prát um tín tørv á tænastum innan BRÚKARAKANNING.



