• Forsíða
  • Um okkum
  • VAKT
  • TØKNI
  • TILBÚGVING
  • CALL-SENTUR
  • ENGLISH
  • Vinna
  • Privat
TØKNI - ÁVARINGARSKIPANIR OG VAKMYNDATÓL

Ynskir tú at fyribyrgja og minka um skaða ella stuldur, kunnu vit veita tær ávaringarskipanir og vakmyndatól.

Okkara tøkningar eru serkønir innan ávaringarskipanir og vakmyndatól, og geva tær holla rágeving um slag av útgerð, samanseting, plasering, eins og vit eisini seta upp skipanina og hava eftirlit og tænastu við henni. 

Fer tín ávaringarskipan í gongd, verður ávaringin móttikin av okkara TILBÚGVING. ANSNI trygdarvørður fer alt fyri eitt á staðið at eftirkanna, hvat er áfatt, og tekur neyðug fyrilit til at minka um og fyribyrgja skaða.

Vit kunnu somuleiðis halda eyga við upptøkum frá tínum vakmyndatólum, allan sólarringin. 

Ver vælkomin til eitt óbindandi prát við okkum um tín tørv á tøkniligum trygdarloysn.






 

Ansni - Hoydalsvegur 19 - Postboks 1301 - FO 110 Tórshavn
tlf. +298 60 60 60 -  fax +298 31 50 79 - ansni@ansni.fo