Vilt tú tryggja teg og títt húski á munadyggan hátt, kunnu vit veita tær ANSNI Privatalarm.
Umframt at minka um eldsvanda, kann skipanin geva tær størri tryggleika til dagligt, eins og geva tær ein tryggari náttarsvøvn, tí skipanin ansar eisini eftir innbroti. Skipanin kann lætt útbyggjast við fleiri følarum, eitt nú koltvíiltu-, gass-, vatnfølarum.
Skipanin er eisini væl egnað, um tú ynskir eyka trygd til tíni summarhús ella bátin.
Ávaringarskipanin hevur tilknýti til okkara tilbúgvingardepil, ið alt fyri eitt gevur tær boð, um ávaringarskipanin fer í gongd.
Vit síggja, hvar í húsinum alarmur er, og hvat slag av alarmi, ið gongur. Um vit ikki fáa fatur á tær ella teimum kontaktpersónum, ið vit hava fingið upplýst frá tær, rykkir trygdarvørður okkara út á staðið at eftirkanna, hvat er áfatt, og tekur neyðug stig til at fyribyrgja skaða á hús og húski.
Annar møguleiki er, at tín alarmur ringir ella sendir tær sms, um alarmurin fer í gongd.
Á breddanum til vinstru kanst tú velja ANSNI Privatalarm og lesa nærri um ávaringarskipanina.
Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt óbindandi prát um tín tørv á ANSNI Privatalarmi.



