Vilt tú fyribyrgja eitt nú stuldri ella skaða av eldi, kunnu vit bjóða tær vakmyndatól og ávaringarskipanir.
Okkara tøkningar eru serkønir innan ávaringarskipanir og vakmyndatól, og geva tær holla rágeving um slag av útgerð, samanseting, plasering eins og vit eisini seta upp útgerðina og hava eftirlit og tænastu.
Frámerki verða sett upp á staðnum, har ANSNI hevur sett upp ávaringarskipanir og vakmyndatól. Hesi frámerki eru fyribyrgjandi fyri stuldri og óbodnum gestum.
Fer tín ávaringarskipan í gongd, verður ávaringin móttikin á okkara TILBÚGVING. Trygdarvørður fer tá beina leið á staðið at eftirkanna, hvat er áfatt, og tekur neyðug fyrilit til at minka um og fyribyrgja skaða.
Vit kunnu somuleiðis halda eyga við upptøkum frá tínum vakmyndatólum, allan sólarringin, um tú ynskir.
Ver vælkomin til eitt óbindandi prát um tín tørv á TØKNILIGARI TRYGDARLOYSN.



