• Forsíða
  • Um okkum
  • VAKT
  • TØKNI
  • TILBÚGVING
  • CALL-SENTUR
  • ENGLISH
  • Yvirvaking av alarmum
  • Yvirvaking av vakmyndum
  • Læsa bilar upp
  • Fólk og útgerð
  • CALL-SENTUR
Fólk og útgerð

Umframt, at vit altíð eru TILBÚGVIN, hava vit útgerð og manning, ið vit leiga út í sambandi við trygdar- og bjargingarátøk.

Felagið er í dag mannað við á leið 30 starvsfólkum, og kunnu vit manna lið á call-sentrinum til eitt nú at ringja út og geva boð, í sambandi við trygdar- og bjargingarátøk, eins og vit kunnu hjálpa til við trygdar- og bjargingararbeiði, við tað at fleiri starvsfólk okkara hava brandskeið, skeið í fyrstuhjálp og onnur trygdarskeið.

Niðanfyri er listi við útgerð og manning, ið vit hava tøka í sambandi við trygdar- og bjargingarátøk. 

- Bilur við lyftu, ið røkkur 9 metrar
- Bátur við manning. 42 føtur til longdar, rúmligur og arbeiðsligur. Gongur 32 sjómíl
- 2 bilar við 4-hjól trekk, Toyota Landcruiser og Nissan Patrol, báðir við sleipikróki
- Walkie Talkie, Icom, 8 stk.
- Lyktir, upp til 1800 lumen. Hóska væl til leitiarbeiði
- Mannað call-sentur, upp til 15 fólk
 

Ansni - Hoydalsvegur 19 - Postboks 1301 - FO 110 Tórshavn
tlf. +298 60 60 60 -  fax +298 31 50 79 - ansni@ansni.fo