Hevur tú ávaringarskipan, og ynskir bestu trygd, við støðugari tilbúgving, kanst tú trygt lata tína ávaringarskipan ganga inn til okkara tilbúgvingardepil.
Allan sólarringin, alt árið, eru trygdarfólk okkara á tilbúgvingardeplinum til reiðar, um tín ávaringarskipan fer í gongd. Talan kann vera um innbrotsávaring, roykávaring, hita/kuldafølara-ávaring, álopsávaring, gassávaring, vatnlekaávaring, koltvíiltuávaring og aðrar møguligar ávaringarskipanir.
Boðini um alarm verða alt fyri eitt givin trygdarvørðinum í tínum øki, sum fer beina leið á staðið at eftirkanna, hvat er áfatt, og tekur neyðug stig til at minka um og fyribyrgja skaða.
Boðini verða somuleiðis alt fyri eitt givin tær ella teimum kontaktpersónum, ið tú hevur upplýst okkum.
Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt óbindandi prát um tín tørv á YVIRVAKING AV ALARMUM.



