• Forsíða
  • Um okkum
  • VAKT
  • TØKNI
  • TILBÚGVING
  • CALL-SENTUR
  • ENGLISH
  • Samband
  • Starv
  • Missión og kjarnuvirði
  • Nakað av søgu
Nakað av søgu

Tann 1. januar 2006 varð ANSNI, sum tit kenna tað í dag, stovnað. Stovnarin er Helgi O. Justinussen, sum eisini er stjóri í ANSNI.

Helgi hevur 18 ár á baki sum løgreglumaður, harav 5 ár sum vakthavandi á politistøðini í Tórshavn.  

Við dugnaligum og nærløgdum starvsfólki er felagið ment nógv síðan stovnan, og í dag starvast á leið 30 fólk í felagnum. Vit hava eisini flutt okkum inn á onnur øki, ið hóska væl til okkara virksemi, eitt nú CALL-SENTUR tænastur. Eisini røkja vit Nummarkall, ið Føroya Tele hevur útveitt okkum.

Grundhugsjónin í felagnum er tó óbroytt: At vit taka útgangsstøði í kundans tørvi og laga og sniðgeva tænastur til tín.

Trygd, álit, dygd og umhugsni eru okkara kjarnuvirði.

 

Ansni - Hoydalsvegur 19 - Postboks 1301 - FO 110 Tórshavn
tlf. +298 60 60 60 -  fax +298 31 50 79 - ansni@ansni.fo