• Forsíða
  • Um okkum
  • VAKT
  • TØKNI
  • TILBÚGVING
  • CALL-SENTUR
  • ENGLISH
  • Samband
  • Starv
  • Missión og kjarnuvirði
  • Nakað av søgu
Starv

Hjá ANSNI eru arbeiðsuppgávurnar sera fjølbroyttar. Arbeiðsøkini eru innan okkara trý kjarnuøki, VAKT, TØKNI og TILBÚGVING. 

Álítandi og dugnalig starvsfólk eru okkara týdningarmesta tilfeingi.

Vit leggja somuleiðis dent á, at okkara starvsfólk eru fyrikomandi, tænastusinnað, løtt at samstarva við og lætt kunnu tillaga seg nýggjar og ymiskar arbeiðsuppgávur. Tað er ein treyt, at okkara starvsfólk hava reina revsiváttan. Koyrikort er somuleiðis ein treyt, um tú ynskir at starvast sum trygdarvørður.

Í løtuni starvast á leið 30 fólk í felagnum. Í høvuðsheitum eru hesi starvsøki, og røkja fleiri av starvsfólkum okkara uppgávur tvørtur um hesi øki:

- Vaktarfólk
- Call-Sentur fólk
- Tilbúgving
- Tøkningar innan vakmyndatól og ávaringarskipanir
- Skrivstovufólk

Tað er ikki vist, at vit í løtuni kunnu bjóða tær arbeiði, men um tú ynskir at søkja, goyma vit umsókn tína, til vit hava eitt hóskandi starv leyst.

Ver vælkomin at senda umsókn um arbeiði til vaktleiðara okkara janus@ansni.fo





 

Ansni - Hoydalsvegur 19 - Postboks 1301 - FO 110 Tórshavn
tlf. +298 60 60 60 -  fax +298 31 50 79 - ansni@ansni.fo