Vit kunnu gera munin at minka um og forða fyri skaða umborð, tá skipið liggur inni.
SKIPSVAKT umfatar:
- Ansað verður eftir, at skipið er væl bundið. Serlig atlit verða tikin í ringum veðri.
-
Ansað verður eftir, at óviðkomandi fólk ikki eru umborð
-
Ansað verður eftir, at skipið ikki tekur sjógv inn
-
Ansað verður eftir ávaringum frá ávaringarskipanini umborð
-
Ansað verður eftir eldi og eldsvandum
Ring 606060 og bílegg vakt til skipið, og vit átaka okkum ábyrgdina av at ansa skipinum.
Tú avgerð, um tú vilt hava fasta vakt ella vitjandi vakt.
Føst vakt er, tá okkara vaktarfólk er staðbundið umborð, og javnan gongur eftirlitstúrar á skipinum.
Vitjandi vakt er, tá okkara vaktarfólk koyrir framvið skipinum og javnan fer umborð og ger eftirlitstúrar.
Vit leggja dent á at veita eina so góða trygdartænastu, sum til ber, og seta okkum gjølla inn í ávaringarskipanir og onnur viðkomandi viðurskifti umborð.
Ver vælkomin



