• Forsíða
  • Um okkum
  • VAKT
  • TØKNI
  • TILBÚGVING
  • CALL-SENTUR
  • ENGLISH
  • Vinnuvakt
  • Skipsvakt
  • Trygd í havnum
  • Trygd við tiltøk
  • Persónstrygd
  • Virðisflutningur
  • Posthandan
  • Ferðsluvegleiðing
  • Flagging
VINNUVAKT

Vaktartænasta Vit kunnu gera munin at minka um og forða fyri skaða, við Vinnuvakt er vaktartænasta til tína fyritøku, virki ella stovn. 

VINNUVAKT umfatar, at trygdarvørður hjá okkum ansar eftir bygningum, útgerð og fólki í tíni fyritøku, á tryggan og munagóðan hátt. Okkara trygdarvørðar skráseta hvørja vitjan og eygleiðing frá vitjanini við einum tøkniligum lesara. Soleiðis verður eftirlitið skjalprógvað, og tú fært frágreiðing um eftirlitið umvegis teldupost hvønn yrkamorgun.

Hevur tú ANSNI VAKT, verða frámerki sett upp á staðnum, ið boða frá tænastuni. Hesi frámerki eru somuleiðis fyribyrgjandi móti óbodnum gestum.

Tænastan verður lagað júst eftir tínum tørvi. Eftir at hava fingið eitt prát við teg, og at mett er um tørvin, finna vit í felag eina hóskandi loysn.

Vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt óbindandi prát um tíni ynski og tørv á VINNUVAKT. Tænastan er løtt at laga til júst tín tørv.


Her eru nøkur dømi um, hvat VINNUVAKT kann umfata:
 

  • Ansað verður eftir serligum tólum og útgerð, eftir avtalu. Eitt nú, um køli- og frystirúm hava rætta kulda

  • Ansað verður eftir, at dyr eru læstar og vindeygu eru afturlatin

  • Ansað verður eftir, at óviðkomandi ikki eru á staðnum

  • Ansað verður eftir, at vatnskaði ikki ger um seg

  • Ansað verður eftir, at eldur ikki er í, og fyribyrgja vanda fyri hesum, m.a. við at sløkkja kaffimaskinur og líknandi el-tól.

  • Ansað verður eftir, at innbrot ikki verður framt


     

Ansni - Hoydalsvegur 19 - Postboks 1301 - FO 110 Tórshavn
tlf. +298 60 60 60 -  fax +298 31 50 79 - ansni@ansni.fo