top of page

Dátuverndarpolitikkur – Sp/F Ansni Trygdarfelag


Í hesum dátuverndarpolitikkinum greiður Sp/F Ansni Trygdarfelag frá hvussu vit viðgerða og verja tínar perssónsupplýsningar.
Sp/F Ansni Trygdarfelag er veitari av vørum og tænastum innan vaktarhald, alarmskipanir, trygd, call-centur v.m.
Harumframt er Ansni Trygdarfelag Sp/F eisini eitt arbeiðspláss hjá starvfólkum.


Sp/F Ansni Trygdarfelag (hereftir nevnt Ansni) handfer tínar persónsupplýsingar sambært galdandi Dátuverndarlóg, Løgtingslóg nr. 29 frá 10.mai 2024.


1. Dátuábyrgd
Ansni er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum. Tær løgfrøðiligu upplýsingarnar um Ansni eru hesar:


Sp/F Ansni Trygdarfelag
Hoyvíksvegur 63, 2. hædd
Postrúm 1301
110 Tórshavn
V-tal: 49063


Dátuábyrgdari:
Sp/F Ansni Trygdarfelag
Att. Rannvá Fjallstein í Stóristovu, stjóri
Tlf 231261
rannva@ansni.fo


2. Hvat umfatar ein persónsupplýsing?

Talan er um persónsupplýsing tá upplýsingar og viðgerð av hesum kunnu knýtast til ein fysiskan persón. Talan kann verða um upplýsingar so sum (navn, bústað, aldur, starv, inntøku og útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini verða knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.

 

3. Hvussu verða persónsupplýsingar viðgjørdir?
Persónsupplýsingar verða viðgjørdir tá hesir verða nýttir til ymisk innanhýsis ella uttanhýsis endamál hjá Ansni.
Viðgerð av persónsupplýsingum kann vera at savna, at skráseta, at goyma, at lata víðari, at avhenda o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um sameiningin er sjálvvirkandi ella ikki. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast viðgerð.
Tá ið Ansni viðger persónsupplýsingar, er Ansni dátuábyrgdari. Hetta merkir, at Ansni hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini av teimum persónsupplýsingum, sum Ansni hevur savnað inn.

 

4. Hvat umfatar samtykki?

Ein viðgerð fer oftast fram grundað á samtykki frá tí, sum persónupplýsingarnir snúgva seg um, Tann skrásetti kann geva sítt samtykki til viðgerð av persónsupplýsingum, til eitt ella fleiri nágreinað endamál. Tað er ikki ein treyt, at samtykkið er skrivligt. Tann skrásetti hevur til eina og hvørja tíð, rætt til at taka sítt samtykki aftur.

 

5. Ábyrgdin
Ansni er dátuábyrgdari, sum inniber, at Ansni hevur ábyrgdina av persónsupplýsingunum hjá sínum kundum, sínum starvsfólkum, samstarvspørtum og veitarum hjá fyritøkuni. Tað er ábyrgdin hjá Ansni at fylgja dátuverndarlógini §8, har viðgerðin av persónsupplýsingum skal verða lóglig, hvørs talan er um viðgerð av upplýsingum frá kundum, samstarvspørtum, veitarum ella starvsfólkum.

 

6. Viðgerð av persónupplýsingum
Viðgerð av persónsupplýsingum sambært dátuverndarlógini §8 verður niðanfyri býtt í fylgjandi:

  1. Kundar, samstarvspartar og veitarar

  2. Starvsfólk

 

Ad. 1.) Kundar, samstarvspartar og veitarar
Tá Ansni veitir kundum, samstrvspørtum og veitarum sínar tænastur og ráðgeving, móttekur Ansni ymiskar upplýsingar, har vit skráseta og goyma persónsupplýsingar, sum er neyðugar fyri, at vit kunnu veita eina dygdargóða tænastu og halda tær skyldur, sum vit hava mótvegis hesum kundum, samstarvspørtum og veitarum.


Ansni biður einans um upplýsingar, sum eru neyðugir fyri at kunna gerða eina keypsavtalu ella samstarvsavtalu um vørur og tænastur.


Upplýsingar sum vit skráseta og goyma kunnu til dømis verða: navn, bústaður, v-tal, teldupostadressa, fastnet og fartelefon nummar, veitingarstað, kontaktpersónar og gjaldsupplýsingar.


Tað sama er eisini galdandi fyri samstarvspartar og veitarar.


Ansni viðgerð hesar upplýsingar frá kundum, samstarvspørtum og veitarum, við tí endamáli at kunna veita eina vinnuliga tænastu innan vaktarhald og tænastur í hesum sambandi. Flest allir kundar, samstarvspartar og veitarar eru vinnuligir umframt almennir- og kommunalir stovnar. Í ávísum avmarkaðum førum er kundasambandi við fysiskar persónar og kundar.


Samstarvsavtala ella avtala um arbeiðið verður altíð gjørd millum Ansni og kundan, samstarvspartin g veitaran, tá ið kundasambandi byrjar.
Skrásetti kundin, samstarvspartnarin ella veitarin skal altíð geva sítt undirskrivaða samtykki, ella samtykki í teldupost, at upplýsingar um kundan kunnu skásettast hjá Ansni.

 

Ad. 2.) Starvsfólk
Tá talan er um starvsumsóknir, viðger Ansni persónsupplýsingar grunda á samtykki. Ansni hevur mannagongdir hvussu farast skal fram viðvíkandi starvsumsóknum, viðgerð og skrásetingum av persónsupplýsingum.
Starvsfólk, sum sett verða í starv umframt tey sum eru í starvi hjá Ansni, verða viðgjørd sambært galdandi lóggávu og sambært setanarsáttmála við Ansni.
Teir upplýsingar, sum Ansni viðgerð frá starvsfólki, eru: navn, bústaður, telefonnummar, fartelefon nummar, teldupost adressa, P-tal, lønar kontonummar, eftirlønarkonto, revsiváttan.

 

7. Víðarigeving av persónsupplýsingum

Útgangsstøði er at alt kundasamskifti millum Ansni og kundar, samstarvspartar og veitarar er í stórsta trúnaði. Tó verða upplýsingar um kundar, samstarvspartar og veitarar viðgjørdir og upplýstir yvirfyri starvsfólkum, sum útinna tænasturnar vegna Ansni.
Fyritøkan kann somuleiðis víðarilata tínar persónupplýsingar til uttanhýsis triðjapartar, um tað er álagt fyritøkuni, ella tað er ein partur av tænastuni til kundan. Tað kann t.d. vera til løgregluna, til TAKS, dómstólar, gerðarættir, osv.

 

8. Striking av persónsupplýsingum

Meginreglan hjá Ansni er, at persónsupplýsingar verða strikaðar ella læstar, tá ið avtalan um kundaforhold, samstarvsforhold ella veitaraforhold er enda. Tó við støði treytunum í roknskaparlógini.

Starvsfólkaumsóknir verða strikaðar beint eftir starvssetan, uttan so at Ansni hevur gjørt munnliga ella skrivliga avtalu við umsøkjara, at hava umsóknina liggjandi eitt ávíst tíðarskeið.

Starvsfólk ið fara úr starvi, verða læst í lønarskipanini, eftir síðstu lønarflyting.

 

9. Verja av tínum persónsupplýsingum

Ansni nýtir fleiri ymiskar tænastur og KT-veitarar sum part av tí dagliga virkseminum. Hetta umfatar til dømis til umsiting og hýsing av KT-skipanum til egna fyrisiting, vaktarhald, heimasíðuloysn, telefoni osv. Ansni tryggjr sær, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitara, sum tryggjar eina nøktandi dátuvernd, tá hesir uttanhýsis KT-veitarar viðgera persónsupplýsingar vegna Ansni, har Ansni hevur ábyrgd av upplýsingunum.


10. Heimasíða og cookies
Fyri at kunna nýta ávísar funkur á okkara heimasíðu, er neyðugt at tú letur okkum ávísar persónsupplýsingar. M.a. er neyðugt at Ansni fær tínar kontaktupplýsingar fyri at kunna svara tínum fyrispurningi, um tú hevur nýtt kontaktformularin á heimasíðuni.
Ansni nýtir cookies á heimasíðuni. Nærri kunning um hetta fæst við at fara inn á heimasíðuna www.ansni.fo.


11. Triðjalond
Ansni flytur ikki tínar persónupplýsingar til triðjalond (tvs. lond uttanfyri ES/EØS), uttan so tað er neyðugt í tí ítøkiliga málinum. Tó hevur Ansni nakrar útlendskar veitarar í ES, har dátur eru skrásettar á hesum forritum. Tó tryggjar Ansni sær at hesir útlendsku veitarnar lúka treytirnar í dátuverndarlógini.


12. Trygd
Ansni hevur mannagongdir, sum tryggja at fyritøkan hevur neyðugu trygdina og soleiðis eisini livur upp til krøvini um íverksetan av passandi tekniskum og organisatoriskum trygdartiltøkum. Harvið ger fyritøkan sítt besta fyri at tryggja tínar persónupplýsingar, undir hesum bæði í mun til góðsku og fullkomileika.
Um brot á persónsdatatrygdina verða staðfest skal felagið samb. Dátaverndarlógini §47 boða Dátaeftirlitinum frá hesum uttan drál og innan 72 tímar.

 

13. Tíni rættindi
Sambært Dátuverndarlógini kapittul 4 hevur tú sum skrásetti hesi rættindi:

  • Rætt til kunning §§ 23-25

  • Rætt til innlit § 26

  • Rætt til rætting § 27

  • Rætt til striking § 28

  • Rætt til viðgerðaravmarking §29

  • Rætt til dátuflutning § 31

  • Rætt til mótmæli § 32-34

  • Rætt til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð

 

Í sambandi við áheitanir viðvíkjandi tínum rættindum omanfyri kann Ansni biðja viðkomandi um samleikaprógv, soleiðis at Ansni kann eyðmerkja teg og svara tíni áheitan á nøktandi hátt.


Tú kanst lesa meira um tíni rættindi í vegleiðingum hjá Dataeftirlitinum, sum kunnu finnast á www.dat.fo


Vinarliga vend tær til Ansni, um tú ert ósamd-/ur við mátan Ansni viðgerð tínar persónupplýsingar uppá.


Tú hevur eisini møguleika at senda eina klagu til:


Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
600 Saltangará
dat@dat.fo
Tlf. 309100


Broytingar í dátuverndarpolitikkinum
Hesin dátuverndarpolitikkur er galdandi frá 20. novembur 2024 og verður leypandi dagførdur sambært galdandi reglum og siðvenju á økinum.


Samband
Skal Ansni broyta ella strika persónligar upplýsingar, ið fyritøkan hevur skrásett um teg, ella um tú hevur spurningar til leiðreglurnar í dátuverndarpolitikkinum, verður tú vinarliga biðinum um at senda teldupost til rannva@ansni.fo

P/F ANSNI | Hoyvíksvegur 63, 2. hædd | 100 Tórshavn | +298 60 60 60

bottom of page