top of page

VAKT

Vilt tú tryggja teg á munadyggasta hátt og fyribyrgja, at skaðin hendir, kunnu vit veita tykkum VAKT, har okkara trygdarvørðar ansa eftir staðnum. Fyri at nøkta tín tørv, menna vit støðugt nýggjar vaktartænastur og laga verandi tænastur til.

Security Room

Vinnuvakt

Vit kunnu gera munin at minka um og forða fyri skaða, við at ganga vakt á tínum virki ella stovni.

​

Dømi um vinnuvakt:

  • Ansað verður eftir, at hurðar eru læstar og vindeygu eru afturlatin

  • Ansað verður eftir, at óviðkomandi ikki eru á staðnum

  • Ansað verður eftir, at vatnskaði ikki ger um seg

  • Ansað verður eftir, at eldur ikki er í, og fyribyrgja vanda fyri hesum, m.a. við at sløkkja kaffimaskinur og líknandi el-tól

  • Ansað verður eftir, at køli- og frystirúm hava rætta kuldan

Ansni hav.png

Skipsvakt

Vit kunnu gera munin at minka um og forða fyri skaða umborð, tá skipið liggur inni.


Dømi um, hvat skipsvakt umfatar:

  • Ansað verður eftir, at skipið er væl bundið. Serlig atlit verða tikin í ringum veðri.

  • Ansað verður eftir, at óviðkomandi fólk ikki eru umborð

  • Ansað verður eftir, at skipið ikki tekur sjógv inn

  • Ansað verður eftir ávaringum frá ávaringarskipanini umborð

  • Ansað verður eftir eldi og eldsvandum

​

Tú ger sjálv/ur av, um tú vilt hava fasta vakt ella vitjandi vakt.​

Ansni havn_edited_edited_edited.jpg

Trygd í havnum

Trygd í havnum er tænasta, ið hjálpir havnamyndugleikum og feløgum, ið hava virksemi í og á havnum, at lúka vaksandi trygdarkrøvini fyri havnir.

​

Trygdarkrøv til havnir verða støðugt herd. ANSNI hevur væl útbúgvin vaktarfólk, ið arbeiða við TRYGD Í HAVNUM. Okkara starvsfólk eru útbúgvin soleiðis, at tey lúka krøvini undir ISPS-reglugerðini.

Vit leggja dent á at veita bestu og munadyggastu tænastu.

Virðis-flutningur

Virðisflutningur er tænasta, har vit, á tryggan og fullgóðan hátt, flyta og goyma virði fyri teg. Talan kann vera um pening, valuta, virðisbrøv, skjøl og annað. 

​

Eisini kunnu vit veita tær trygdarvørð í fylgi, um tit sjálvi gera virðisflutningin.

Ansni nlh 2.png

Ferðsluveg-leiðing

Ferðsluvegleiðing er tænasta, ið hjálpir tær at halda skil á ferðsluni við tiltøk, handilshús og onnur høvi. 

​

ANSNI kann hjálpa tær frá ferðsluruðuleika. Vit leggja dent á, at okkara trygdarvørðar veita tær bestu tænastu, og eru starvsfóllk okkara ílatin til at vera árvakin, hjálpsom og skynsom.

Concert

Trygd við tiltøk er tænasta, ið hjálpir tær við trygdartilbúgvingini við tiltøk, so sum festivalar, konsertir v.m.

​

ANSNI kann hjálpa tær við at lúka krøvini til TRYGD VIÐ TILTØK. Vit hava serkunnleika innan TRYGD VIÐ TILTØK og veita holla ráðgeving um trygd og trygdarætlanir í sambandi við tiltøk. ANSNI røkir harumframt uppgávur so sum trygdarvørðar og ferðsluvegleiðarar við størri og minni tiltøk, so sum konsertir, veitslur, festivalar og onnur tiltøk. 

​

Vit leggja dent á at veita tær bestu tænastu, og okkara starvsfólk eru ílatin til at vera árvakin, hjálpsom og skynsom.

Trygd við tiltøk

Personal Driver

Persónstrygd

Persónstrygd er tænasta, har vit ansa eftir trygdini hjá tí einstaka. 

​

Hevur tú serligar gestir og vilt syrgja fyri, at teirra trygd er í bestu hondum, eru  vit hjá ANSNI ílatin til uppgávuna. ANSNI røkir uppgávur so sum at veita trygd til fótbóltslið, sangarar, tónleikarar, ráðharrar og aðrar VIP gestir. 

​

Vit eru til taks allan sólarringin og kunnu millum annað halda vakt við bústaðin hjá gestum tínum, leggja koyring í landinum til rættis og eftirkanna, at øki og rúmingarleiðir eru tryggar. Vit hava somuleiðis gott samstarv við aðrar trygdareindir. Vit samskipa okkara trygdarátøk við trygdareindir og fyriskiparar av tiltøkum, har gestir tínir vitja.

Security Official

POSTHANDAN
Posthandan er tænasta, har ANSNI heintar postin fyri teg, úr post-smoguni. Tá tú møtir til arbeiðis um morgunin, hevur ANSNI lagt postin inn á skrivstovuna, so tú kanst nýta tína dýrabaru tíð á annan hátt.

 

FLAGGING
Ynskir tú at útveita uppgávuna at halda skil á flagg-døgum, og at flagga fyri títt virki ella stovn, so er hetta uppgáva, ið ANSNI frammanundan røkir fyri fleiri virki og stovnar. Okkara kundar siga, at hetta er sera ómakaleyst, og átaka vit okkum fegin hesa uppgávu fyri tykkum eisini.

Aðrar tænastur

Skriva til okkum

P/F ANSNI

Hoydalsvegur 63, 2. hædd

Postboks 1301

FO-110 Tórshavn

+298 60 60 60

Takk fyri boðini!

P/F ANSNI | Hoydalsvegur 63, 2. hædd | 100 Tórshavn | +298 60 60 60

bottom of page